Innanlands

Rakul Arnfríð Dam nýggjur leiðari hjá Skógrøktini

Hon avloysir Michael Jacobæus og hevur arbeitt har í yvir 25 ár. Rakul Arnfríð Dam gerst triði leiðarin fyri stovnin

Mynd: Umhvørvisstovan

Mynd: Umhvørvisstovan

2020-04-28 14:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skógrøkt hevur fingið nýggjan leiðara. Talan er um Rakul Arnfríð Dam, sum hevur arbeitt har síðani 1994, tá hon fór í læru á Skógrøkt. 

Hetta boðar Umhvørvisstovan frá á heimasíðu sínari.

Afturat gartnaraútbúgvingini hevur 45-ára gamla Rakul Arnfríð Dam lisið stakar lærugreinar innan lívfrøði  og  hevur síðani 2006 verið røktarleiðari á Gróðurstøðini í Miðhoydølum, sum er miðstøðan hjá Skógrøkt. 

Ábyrgdarøkið hjá Skógrøkt umfatar millum annað skógfriðað øki og viðarlundir kring landið.

Umhvørvisstovan skrivar, at Skógrøkt varð til sum stovnur í 1987, og hevur síðani 2007 verið ein deild á Umhvørvisstovuni.

Undanfarnir deildarleiðarar á Skógrøkt er Tróndur Leivsson, sum røkti starvið frá 1987 til 2015, og Michael Jacobæus, sum leiddi deildina frá 2016 til 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder