Mentan

Rannvá Holm Mortensen sýnir fram í Glyvra kirkju

Fernisering verður sunnudagin 23. apríl kl. 16 – Kári Sverrison og Óli á Grindafløtti at framføra

Rannvá Holm Mortensen (Savnsmynd)

Rannvá Holm Mortensen (Savnsmynd)

2023-04-22 15:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu fer listakvinnan Rannvá Holm Mortensen at hava framsýning í Glyvra kirkju.

Fernisering verður sunnudagin 23. apríl klokkan 16. Tá fer æistakvinnan at siga nøkur orð, og harafturat fara Kári Sverrison og Óli á Grindafløtti at framføra.

Kirkjan hevur opið allar dagar frá klokkan 16-18. Tó leygardagin frá klokkan 12. Talan er um eina søluframsýning

Um Listakvinnuna
Rannvá Holm Mortensen (1950) er málari og grafikari. Hon er sjálvlærd, tó við útbúgving í Fine Arts frá Metáfora International Workshop í Barcelona, Spania.

Hennara list umfatar málningar, grafisk prent, installasjónir, tekstir og standmyndir.
Seinni árini hevur hon eisini arbeitt við tekstili, skrivað, myndprýtt bøkur og m.a. listprýtt Hotel Tórshavn.

Myndevnið hevur ofta skap av organiskum formum og mannakroppum í gróðrartungum, grønum undirsjóvarheimum, og stóru kollasjurnar hava aloftast ein sosialpolitiskan dám.

Í 2018 kom hennara fyrsta yrkingasavn Sólsmakkur út, og vann henni MA Jakobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir sama árið. Rannvá sýnir regluliga fram í Føroyum og uttanlanda

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder