2024-06-07 18:17
Vinnulívsráðið í Klaksvík hevði í gjár, árliga aðalfundin í Varpinum. Formaðurin seinastu seks árini, Jan Petersen, ynskti ikki afturval.
Rannvá Isaksen varð vald í nevndina fyri Jan Petersen. Umframt Jan Petersen, stóð Frimodt Rasmussen fyri valið. Kjartan Hansen og Pætur Gerðalíð vóru valdir sum tiltakslimir.
Eftir fundin skipaði nevndin seg við Rannvá Isaksen sum forkvinnu.
Hini í nevndini eru Frimodt Rasmussen, næstformaður, Elsubeth Poulsen, peningarøkil, Rani Nolsøe og Heini Hansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald