2022-09-29 07:29
Amerikanski rapparin Coolio – maðurin aftan fyri hittið "Gangsta's Paradise", er deyður í Los Angeles, 59 ára gamal.
Tað váttar managerin hjá honum, Jarez Posey, fyri New York Times og fleiri øðrum amerikanskum miðlum.
Orsøkin til deyða hansara er ikki almannakunngjørd enn.
Coolio hevði borgarliga navnið, Artis Leon Ivy Junior. Størsta hittið hjá honum, “Gangsta’s Paradise” frá 1995, var gjøgnumbrotið hjá honum. Tað var eisini við í filminum, "Dangerous Minds". Lagið er bygt á eitt lag, “Pasttime Paradise” hjá Stevie Wonder frá 1976.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald