Innanlands

Rasmus Prehn er nýggjur matvørumálaráðharri

Hann avloysir Mogens Jensen, sum hevur lagt frá sær – Fleiri aðrar broytingar eru eisini í býtinum av málsøkjum hjá donsku stjórnini

Nýggi danski matvørumálaráðharrin er Rasmus Prehn. Her sæst hann á toppfundi í Kenya í 2019 (Mynd: EPA)

Nýggi danski matvørumálaráðharrin er Rasmus Prehn. Her sæst hann á toppfundi í Kenya í 2019 (Mynd: EPA)

2020-11-19 14:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað verður sosialdemokraturin Rasmus Prehn, sum avloysir Mogens Jensen í leiklutinum sum matvørumálaráðharri og ráðharri í landbúnaðar- og fiskivinnumálum.

Hesum hevur danski forsætisráðharrin boðað frá seinnapartin. Í sambandi við útskiftingini av ráðharra verða eisini framdar aðrar smærri broytingar í býtinum av málsøkjum.

Rasmus Prehn kemur at standa á odda fyri einum nýggjum ráði fyri matvørur, landbúnað og fiskivinnu.

Nú fyrrverandi ráðharrin, Mogens Jensen, var eisini norðurlendskur samstarvsráðharri, og hendan leiklutin fer fólkatingslimurin Flemming Møller Mortensen at yvirtaka, umframt at hann eisini fær leiklutin sum ráðharri í menningarsamstarvi, sum Rasmus Prehn hevði frammanundan.

Danski ráðharrin í arbeiðsmarknaðarmálum, Peter Hummelgaard, fær eisini ábyrgdina av javnstøðumálum framyvir.

Danska umhvørvis- og matvørumálaráðið, Miljø- og Fødevareministeriet broytist nú til Miljøministeriet, sum umhvørvismálaráðharrin, Lea Wermelin einsamøll stendur á odda fyri.

Hesar broytingarnar gjørdust neyðugar, eftir at Mogens Jensen í gjár legði frá sær orsakað av minkamálinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder