Mentan

Rasmus Seebach á Tórsfest í summar

Olivia, Lidt i fem, Natteravn, I mine øje og Øde ø eru bara nøkur av stóru hittunum hjá Rasmusi Seebach. Í summar fer hann at hava konsert á Vaglinum

Rasmus Seebach spældi á Summarfestivalinum í 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Rasmus Seebach spældi á Summarfestivalinum í 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-10-20 19:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rasmus Seebach framførdi fyrstu ferð í Føroyum í 2010, tá somu fyriskiparir sum eru handan Tórsfest, fingu hann til Føroya í náttklubbin Rex. Ongantíð áður hevur bíðirøðin í Rex verið so long sum júst tá og vórðu atgongumerkini rivin vekk innan 5 minuttir.

Nú hava teir aftur fingið hann til Føroya og hesuferð til Tórsfest.

Sangarin, sangskrivarin og produsarin Rasmus Seebach er ein av størstu stjørnunum í Danmark og hevur við sínum seks plátum uppbygt sær ein stóran fjepparaskarða. Síðan 2009, tá hann útgav sítt fyrsta lag ‘Engel’, hevur Rasmus vunnið fleiri virðislønir og hava sangir hansara óteljandi ferðir verið ovast á hittlistunum í Danmark.

Mest kendur er hann fyri sínar serligu live framførslur, har hann leggur nógv fyri, at hava eitt gott samband við áskoðarafjøldina. Vanligt er eisini, at áskoðarafjøldin kennir sangir hansara og kunnu vit nevna løg sum ‘Olivia’, ‘Lidt i fem’, ‘Natteravn’, ‘I mine øjne’ og ikki minst ‘Øde Ø’, ið øll hava verið risastór hitt og væntandi fara at runga í Havnar gøtum 26. juli tá rimmar konsertdagurin verður á skrá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder