Mentan

Rasmus Seebach hugnar sær í Føroyum

Kendi poppsangarin hevur verið á útferð í Føroyum í dag

2019-08-08 17:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjakvøldið spælir hittmakarin Rasmus Seebach á Summar Festivalinum. Roknað verður við ársins størstu poppkonsert í Føroyum, tá ið Seebach fer á pallin á Vágsbø.

Eitt er, at Rasmus Seebach hevur stóra undirtøku og nógv hitt, annað er, at hann hevur sína stóru framleiðslu við til Føroya. Fleiri bingjur við útgerð eru fluttar til Føroya, og tað verður tí eitt rimmar show á Vágsbø fríggjakvøldið.

Rasmus Seebach er longu komin til Føroya. Hann ynskti at vera nakar dagar í Føroyum í sambandi við konsertina á Summar Festivalinum og uppliva eitt sindur av Føroyum. Í dag hevur Seebach verið á útferð í Vágum – hann vitjaði eitt nú í Gásadali.

Konsertin við Rasmus Seebach verður á Vágsbø fríggjakvøldið kl. 21:00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder