2018-07-30 12:03
Tað er rættiligt grindarok í Hestfirði og Vágafirði í løtuni.
Bátar eru nú komnir til grindina, sum fyrr fyrrapartin varð funnin út fyri Syðradal, og teir royna nú at reka grindina til Vágar. Talan er um eina heilt stóra grind – helst millum 200 og 300 hval, metir Finnbogi Midjord, sýslumaður.
Meðan hann varð staddur í Norðradali fyri at eygleiða raksturin, varð boðað frá enn eini grind.
Henda var funnin út fyri Velbastað – helst er eisini talan um eina stóra grind her, sigur Finnbogi Midjord, sum tó ikki veit meira um hesa grindina at siga, enn.
Møguleiki er, at hon verður rikin til Havnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald