
Fyrr í dag bleiv fyrsta pisan á Kambsdali floygd.
Tað var um tvey tíðina, at Rebekka Jóhannusardóttir Olsen fekk húgvuna á høvdið eftir at hava verið til próvtøku í virkisbúskapi.
Rebekka fær her húgvuna á høvdið (Mynd: kambsdalur.fo)
Beint eftir próvtøkuna vant hon Merkið á fulla stong, sum fráboðan um, at nú er fyrsta av 133 pisum á Dalinum floygd.
Hetta skrivar kambsdalur.fo, sum eisini upplýsir, at síðsta próvtøkan í ár er mikudagin 23. juni, at pisufundur verður á Gøtusandi, sum siðvenja er, klokkan 17 sama dag.
Próvhandanir eru eisini hesa vikuna. Nærri upplýsingar um hesar kunnu lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald