Mentan

Regn fyrst - men hvít jól kortini

Regn í nátt og í morgin fyrrapart - síðan kavaavfall. So jólini verða hvít, men spurningurin er bara hvussu nógv

(Savnsmynd: Beinir Justinussen)

(Savnsmynd: Beinir Justinussen)

2023-12-23 22:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóri spurningurin seinastu dagarnar hevur verið um vit fáa eini hvít jól ella ikki. Og tað sær út til at vit fáa eini jól við kava, men fyrst kemur regn.

Tað segði Hanus Kjølbro, veðurmaður á Veðurstovu Føroya, í útvarpinum í kvøld.

Í nátt og fyrrpartin í morgin verður regn og vindur. Meira regn í sunnara parti av Føroyum enn norðanfyri. Tískil skal væntast, at stórur partur av kavanum sum liggur í kvøld, hvørvur. Serliga sunnanfyri.

Men út á fyrrapartin og eftir døgurða fer verður høgætt og kavi. Tað verður nógvur vindur, heilt upp í 18 metrar um sekundið.

Út á seinnapartin verður betur veður og jólafriðurin leggur seg.

Veðrið á Portalinum sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder