Mentan

Reiley á pall í SMS

Mánadagin seinnapartin verður vinnarin av donsku Melodi Grand Prix kappingini at síggja á Torginum í SMS

(Mynd: Agnete Schlichtkrull / DR)

(Mynd: Agnete Schlichtkrull / DR)

2023-02-17 10:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri eini viku síðani gjørdi hann bart í finaluni í donsku Melodi Grand Prix kappingini, og SMS sigur í dag, at Reiley vitjar á Torginum mánadagin.

Reiley, sum nógv tónleikakøn meta hevur góðar møguleikar í altjóða Eurovision finaluni í Liverpool í mai við sanginum “Breaking my heart”, gleðir seg eisini at sleppa á pall í Føroyum, og vit í SMS eru sera glað fyri at geva Føroya fólki møguleika at hoyra føroysku stjørnina í heimbýnum hjá sær.

Tað verður nú mánadagin 20. februar klokkan 16.30, at Reiley fer á pallin á Torginum í SMS at framføra tveir sangir, men fyrst fer Heðin Mortensen, borgarstjóri, at bjóða Melodi Grand Prix vinnaranum og øllum øðrum vælkomnum.

Eftir framførsluna verður tað eisini møguleiki at fáa bæði eina autograf og eina selfie við Reiley.

Les eisini: Reiley kann vinna heila lortið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder