2023-02-20 17:52
Ein rúgva av fólki var á Torginum í SMS seinnapartin tá føroyski vinnarin av danska Melodi Grand Prixnum, Reiley, kom at heilsa uppá føroyingar.
Fleiri fittar grýlur vóru eisini komnar at ynskja 25 ára gamla havnarmanninum Rana Petersen tillukku.
Hann skal í mai umboða Danmark í altjóða Eurovision sangkappingini, sum í ár verður í Liverpool.
Reiley framførdi lagið “Breaking my Heart” fyri spentu áhoyrarunum og síðani varð møguligt at fáa “autograf” og mynd saman við poppstjørnuni.
Sí myndir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald