Mentan

Reiley kann vinna heila lortið

Man veit aldrin við Eurovision, men hann kann fara at vinna heila lortið, heldur tónleikaserfrøðingur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-02-17 06:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Hetta er ein kapping, har tað nýr seg um at fáa flestar atkvøður. Í ár er tað øðrvísi á tann hátt, at allur heimurin sleppur at atkvøða, og tað kann vera ein fyrimunur fyri Rana Petersen úr Havn, sum kallar seg Reiley.

Tað heldur Eyðfinn Jensen, tónleikaserfrøðingur í Kringvarpinum. Eyðfinn Jensen og Uni Leitisstein Hansen vóru gestir í Ljóaranum seinnapartin í gjár, og lýstu poppstjørnuna Reiley.

Leygarkvøldið vann hann danska Melodi Grand Prix og harvið møguleikan at umboða Danmark í stóru altjóða Eurovision sangkappingini, sum verður í Liverpool í mai.

Og møguleikin er til staðar, meta teir báðir.

- Eg trúgvi uppá, at hann kann vinna tað heila, men tað er ótrúliga ringt at siga. Tað kann eisini vera at hann ikki kemur víðari frá hálvfinaluni, man veit aldrin fyri Eurovision, segði Eyðfinn Jensen.

[object Object](Mynd: Agnete Schlichtkrull / DR)

Uni Leitisstein Hansen nevndi, at tað er ógvuliga trupult at siga, tí nógv ymiskt kann spæla inn.

Hann greiddi frá, at tað er hørð kapping. 

- Ukrainar, sum vunnu í fjør, eru sterkir aftur í ár. Men Reiley hevur í øllum førum møguleika at koma heilt upp í topp. Men man veit ongantíð, tí tað er hetta her við eystur og vestur, segði Uni Leitisstein Hansen í Ljóaranum.

Teir báðir vóru tó samdir um, at Reiley hevur vunnið øgiliga nógv við at sleppa til Eurovision við sínum tónleiki. Í fjør hugdu 161 milliónir eftir tónleikakappingini.

Eurovision Song Contest verður í Liverpool 9., 11. og 13. mai. Danmark við Reiley sum umboði, luttekur í seinnu hálvfinaluni, sum verður 11. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder