Mentan

Reiley konsert á Hálsi 22. apríl

Føroyski vinnarin av danska Melodi Grand Prix hevur konsert í Høllini á Hálsi, so føroyingar fáa ein forsmakk av Eurovision-upplivingini, sum verður í Liverpool

(Mynd: Agnete Schlichtkrull / DR)

(Mynd: Agnete Schlichtkrull / DR)

2023-03-29 15:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú ber til at uppliva Reiley live í Føroyum. Føroyski “Reiley”, vinnarin av danska Melodi Grand Prix 2023, hevur stórfingna konsert/framførslu í Høllini á Hálsi 22. apríl. 

Talan er um eina konsert, áðrenn stóra Eurovision Song Contest brakið, ið verður í Liverpool fyrst í mai mánaði í ár, har Reiley fer at umboða Danmark. So nú kunnu føroyingar fáa ein forsmakk av upplivingini, ið verður í Liverpool. Reiley fer millum annað at framføra kendu løgini - Let it Ring, blah blah blah, Strange Love og ikki minst Breaking My Heart.

Reiley er kendur fyri sínar løttu og fangandi sangir, sum í framførsluni verða bornir av einum streymi av liti og rørslu.

Verulig fer kom á musikalsku yrkisleiðini, tá ið Reiley gjørdi sáttmála við kenda amerikanska plátufelagið Atlantic Records í 2020. Áðrenn hetta var Reiley eitt kent navn á sosialu miðlunum TikTok og Instagram, har hann hevur ávikavist 10 milliónir og 300 túsund fylgjarar. 

Reiley hevur síðan 2020 útgivið eina røð av sangum saman við Atlantic Records.
- Eg eri ómetaliga spentur at fáa møguleikan at framføra á einum føroyskum palli, áðrenn stóru altjóða kappingina, ið verður í Liverpool í mai, sigur Reiley.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder