Føroyski Rani Petersen hevur framvegis møguleika at gerast tann, sum skal umboða Danmark til Eurovision tónleikakappingina í ár.
Ekstrabladet veit í dag at siga, at Danmarks Radio hevur bent reglugerðina og staðfestir, at DR “Freder Grand Prix-favorit”.
22 ára gamli havnarmaðurin, sum gongur undir navninum Reiley, tá hann traðkar upp á altjóða pallarnar, serliga í Suðurkorea, verður mettur at hava heilt góðan møguleika at vinna donsku Melodi Grand Prix kappingina, sum verður 11. februar.
Men eftir at Reiley varð kunngjørdur sum ein av luttakarunum, stóðst ivi um hansara møguleika fyri at luttaka í kappingini, tí hann hevur framført sangin hann skal syngja í kappingini “Breaking My Heart” á eini konsert í Seoul í Suðurkorea í heyst.
Hetta er í stríð við reglurnar hjá Danmarks Radio, sum siga, at talan skal vera um ein nýggjan sang, sum ikki fyrr er framførdur alment.
Les eisini: Kann verða tveittur út
Men sambært Ekstrabladet er møguleiki at benda hesar reglur, og tað er tað, sum Danmarks Radio nú hevur gjørt, skrivar Ekstrabladet.
Blaðið skrivar, at ábyrgdarin fyri Dansk Melodi Grand Prix, Erik Struve Hansen, nú hevur tikið avgerð í málinum, og skrivar:
‘ Artisturin heldur leiðreglurnar hjá EBU fyri lutøku í Eurovision... DR metir ikki, at artisturin fær nakran fyrimun í kappingini fyri tað, um hann í einum einstakum føri fyrr hevur framført sangin á eini konsert í Suðurkorea í oktober. Hetta fær onga ávirkan á donsku kappingina, skrivar Erik Struve Hansen í telduposti til Ekstrabladet.
Blaðið heldur, at Reiley eigur at fegnast um hesa avgerðina, tí hann stendur – sambært veddingarfyritøkunum – til at hava ein góðan kjans at vinna.
Reiley og 'Breaking my Heart' hevur næstbestu ‘oddsini’ í løtuni við tað, at tað gevur pengarnar aftur 3,75 ferðir, um Reiley vinnur. Tað er bert luttakarin, ið kallast Eyjaa og sangurin ‘I was gonna mary him’, ið verður bettur at hava betri møguleikar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald