Innanlands

Reisigildi í Rituvík

Nú verður farið í gongd við at leggja tak á Missiónshúsið í Rituvík

Mynd: Hjalmar Hansen - trubodin.fo

Mynd: Hjalmar Hansen - trubodin.fo

2020-03-27 14:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, 26 mars, var reisigildi í Rituvík, tá nýggja missiónshúsið, ið arbeitt hevur verið við eina tíð, varð reist.

Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari.

23. januar varð byrjað við at stoypa grundina, og nú tveir mánaðir seinni stendur húsið reist. 

Komandi tíðina verður arbeitt við at fara í gongd við at leggja tak á, og síðani ber til at byrjað at arbeiða innandura. Vindeygu og klædningur til húsið kemur einaferð í mai, skrivar trubodin.fo.

Ætlanin er, at í summar skal tað vera lokað inni - tað er TN Bygging, ið stendur fyri tí arbeiðnum. Tað mesta av arbeiðnum er annars sjálvboðið, og peningur skal savnast inn, so tað er ilt at meta um, nær missiónshúsið stendur liðugt. Vónin er tó, at kjallarahæddin kann takast í brúk einaferð komandi ár, verður sagt úr Rituvík.

Húsið er 400 fermetrar til støddar, og er í tveimum hæddum, sum eru 200 fermetrar hvør.

Orsaka av tilmælinum frá myndugleikunum, var ikki gjørligt at gera nakað serligt burtur úr stóra degnum í gjár hjá rituvíkingum. Tó fingu arbeiðsmenninir bjóðað ein góðan drekkamunn frá stýrinum og varð hóskandi fjarstøða hildin við hesa lítlu samkomu.

Tað vóru í fjør 100 ár liðin síðani missiónsarbeiði kom til Rituvíkar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder