Sperrurnar á umlættingardeplinum í Hoyvík eru reistar, og eftir páskir verður reisigildi.
Ætlanin var at reisgildi skuldi vera fyri páskir, men hetta er útsett vegna koronasmittuna.
Arbeiðið við umlættingardeplinum gongur avbera væl, skrivar Tórshavnar kommuna.
Depilin er liður í arbeiðnum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni at veita mennandi tilboð til heimabúgvandi eldri borgarar, samstundis sum økt verður um føstu búplássini á røktarheimi. Roknað verður við, at umleið 150 borgarar koma at hava uppihald á deplinum um árið.
MT Højgaard stendur fyri arbeiðinum at gera Umlættingardepilin í Hoyvík, og bygningurin verður latin kommununi um ársskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald