Innanlands

Reisigildi verður hósdagin

Arbeiðið at byggja Umlættingardepilin í Hoyvík gongur skjótt og væl, sigur Tórshavnar kommuna, og hósdagin kl. 13 verður reisigildi, sum eisini verður stroymt á heimasíðuni hjá kommununi

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-05-04 19:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arbeiðið at byggja Umlættingardepilin í Hoyvík gongur skjótt og væl, sigur Tórshavnar kommuna, og um fáar dagar verður reisigildi.

Ætlanin var, at tað skuldi vera fyri páskir, men orsakað av koronasmittuni varð hetta útsett.

Reisigildið verður hósdagin 7. mai klokkan 13. Annika Olsen, borgarstjóri, ber fram røðu, og so fer Ewald Kjølbro, stjóri í MT Højgaard, at flyta fram røðu og greiða frá deplinum. Tiltakið verður stroymt á heimasíðuni hjá kommununi.

Depilin er liður í arbeiðnum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni at veita mennandi tilboð til heimabúgvandi eldri borgarar, samstundis sum økt verður um føstu búplássini á røktarheimi. Roknað verður við, at umleið 150 borgarar koma at hava uppihald á deplinum um árið.

Umlættingardepilin letur upp til heystar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder