Innanlands

Reka grind á Syðrugøtu

Eitt grindadráp verður fyrireikað í Syðrugøtu í løtuni. Grindin verður mett at vera 40-50 hvalir

2024-07-05 08:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í løtuni verður fyrireikað at halda eina grind til í Syðrugøtu. Tað varð boðað frá grindini fyri løtu síðan, og nú verður riggað til á sandinum.

Grindin varð funnin við aliringarnar í Gøtuvík, upplýsir Jacob Vestergaard, sýslumaður.

Hon verður mett til einar 40-50 hvalir.

Frá sýslumanninum verður eisini grindaøki verður lýst í Syðrugøtu. Ein fjórðing í allar fýra ættir og tað er eisini galdandi fyri loftøkið. Tað merkir, at óviðkomandi ikki sleppa inn á økið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder