2023-07-24 21:50
Ein grind varð fyrr í kvøld funnin út úr Tvørafjørði, og verður nú rikin inn á Trongisvág.
Jaspur Vang, sýslumaður, upplýsir at nógvir bátar eru við í rakstrinum, og at tað er gott verður.
Tað sær eisini út til at vera væl av fólki á sandinum, nú grindin verður hildin til hvørja løtu, sigur sýslumaðurin.
Suðurrás skrivar, at grindin verður mett til at vera um 100 hvalir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald