2020-06-21 09:58
Seinasta samdøgrið hevur løgreglan skrásett tvey ferðsluóhapp, eitt í Suðuroynni og eitt í høvuðsstaðarøkinum.
Tað fyrra var klokkan hálvgun fimm seinnapartin í gjár, har ein bilur í Vági rendi á eina níggju ára gamla gentu.
Enn veit løgreglan ikki at siga, hvat tað var, sum hendi, men gentan hevur møguliga brotið fótin, verður sagt.
Um klokkan fýra í nátt var eisini eitt ferðsluóhapp á Hvítanesvegnum í Hoyvík. Talan var um ein bilførara, sum misti tamarhaldið og endaði á einari oyggj mitt á vegnum.
Eingin fólkaskaði var, men bilurin fekk eitt sindur av skaða, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald