Innanlands

Renn fyri lívi: Nú verður føroyska appin til lívbjargandi fyrstuhjálp tikin í nýtslu

Í næstan eitt ár hevur Vága bjargingarfelag arbeitt við einari føroyskari app til lívbjargandi fyrstuhjálp, og nú, 1. november, verður Renn fyri lívi endilig tikin alment í nýtslu – Fólk kunnu skráseta seg sum hjálparar á rfl.fo

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images

2020-11-01 11:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Renn fyri lívi riggar á tann hátt, at mann kann skráseta seg, og so fær mann boð, tá onkur hevur brúk fyri hjálp. Skipanin verður stýrd av vaktsentralinum á Landssjúkrahúsinum, og innan 20-25 sekund hevur skipanin givið trimum persónum boð um at fara til hjálpar, inntil fakfólk kemur á staðið.

Sambært stigtakarunum kemur fyri, at langt er frá sjúkrabili til tann, sum hevur brúk fyri hjálp, og tryggjar appin, at fólk kunnu koma at hjálpa, til sjúkrabilurin kemur á staðið, og verða tey verandi, til sjúkrabilurin er farin aftur.

Seinastu tíðina hevur appin verið royndarkoyrd, og nú sær út til, at hon er klár, siga stigtakararnir.

Tað hevur í eina tíð verið møguligt hjá fólki at skráseta seg sum fyrstihjálpari á heimasíðuni hjá Renn fyri lívi, so at appin kundi royndarkoyrast. Nú er royndartíðin tó liðug, so næstu ferð ein fær ein alarm frá appini er tað álvara.

Renn fyri lívi hevur tørv á fleiri hjálparum, og til ber at skráseta seg á rfl.fo. Stigtakarar koma at veita fyrstuhjálparskeið til fólk, sum eru knýtt at skipanini.

Tað eru Ragnar Jacobsen, ambulansuviðgerði, Sólfríð Fjallsbak, lækni, Jákup Haraldsen, tilbúgvingarleiðari, og Hans Jákup Wang Jacobsen, formaður fyri Vága Bjargingarfelag, sum hava tikið stig til nýggju appina.

Stigtakararnir hava fingið stuðul frá Betri Stuðulsgrunninum, LÍV, Føroya Bjór, EUR express, Vestpack, Gummibátatænastuni, Motusport, Lions Club Vágar, KJO, Elektron, Gimmix, Nema, Hiddenfjord og KVF. Eisini Føroya Politi, Sjúkrahúsverk Føroya og kommunurnar eru við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder