Reyði Krossur Føroya bjóðar nú øllum, sum hava sálarligar avbjóðingar orsakað av støðuni við koronasmittuni í Føroyum, at tosa við ein løggildan sálarfrøðing.
Skipanin virkar frá í dag, 21. mars. Hon svarar millum klokkan 8 og 21 gerandisdagar og millum klokkan 10 og 15 leygardag og sunnudag.
Ráðgevingin hjá Reyða krossi fer at svara fyrispurningum frá borgarum, ið kenna strongd, tunglyndi ella hava aðrar sálarligar avbjóðingar, so leingi Koronasmittan ger um seg í Føroyum.
Ein og hvør, ið hevur tørv á sálarligari ráðgeving kann seta seg í samband við Hjálparnetverkið hjá Reyða Krossi.
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald