Innanlands

Reyði Krossur Føroya hevur opið hús leygardagin

Talan er um eitt nýtt árligt tiltak, sum skal varpa ljós á alt virksemið hjá felagsskapinum. Byrjað verður klokkan 10 í Stiðjagøtu

Á skránni verður millum annað barnafyrstuhjálparskeiðið, framløgur um arbeiðið hjá Reyða Krossi í stríðsøkjum og tónleikaframførslur

Á skránni verður millum annað barnafyrstuhjálparskeiðið, framløgur um arbeiðið hjá Reyða Krossi í stríðsøkjum og tónleikaframførslur

2023-11-22 10:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 25. november klokkan 10-17 hevur Reyði Krossur "Opið Hús" í Stiðjagøtu 6, Tórshavn.

Talan er um eitt nýtt árligt tiltak hjá Reyða Krossi Føroya, sum skal varpa ljós á alt virksemið hjá felagsskapinum, bæði heima í Føroyum og úti í heimi. Endamálið við tiltakinum er at upplýsa um alt arbeiðið hjá Reyða Krossi og eisini at bjóða nýggjum uppí - sum sjálvboðin ella sum imir.

Grundarlagið undir Reyða Krossi eru tey umleið 400 eldhugaðu sjálvbodnu - uttan tey, kann Reyði Krossur als ikki virka.

Á skránni verður millum annað barnafyrstuhjálparskeiðið, framløgur um arbeiðið hjá Reyða Krossi í stríðsøkjum og tónleikaframførslur.

Øll skráin sæst niðanfyri

[object Object]

Reyði Krossur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder