Reyði Krossur Føroya sendir fólk til Kongo at hjálpa

Eldgos nærhendis býnum Goma í Kongo hevur havt við sær at fleiri hundraðtúsund fólk haha verið noydd at flýggja frá húsi og heimi. Vár í Dali er send til Kongo at hjálpa við at seta eina bráðfeingis hjálparmiðstøð upp

(Mynd: Reyði Krossur Føroya)

(Mynd: Reyði Krossur Føroya)

2021-06-18 16:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt álvarsamt eldgos í eystarapartinum av Kongo, nærhendis býnum Goma, hin 22. mai hevur ført til stóra humanitera neyð í økinum.

Reyði Krossur veitir neyðhjálp í rakta økinum. Arbeitt verður serliga við at finna burturblivnar familjulimir, tryggja reint vatn og grundleggjandi heilsutænastur.

Í hesum sambandi er altjóða starvsfólkið hjá Reyða Krossi Føroya, Vár í Dali, send til Kongo at hjálpa við at seta eina bráðfeingis hjálparmiðstøð upp og at syrgja fyri, at hon virkar, sum hon skal.

[object Object](Mynd: Reyði Krossur Føroya)

Fleiri hundraðtúsund fólk hava verið noydd at flýggja frá húsi og heimi. Nógv fólk eru horvin í ruðuleikanum, og fleiri hundrað børn eru blivin burtur frá familju teirra. Tey flýggjandi hava átrokandi tørv á vatni, mati og hýsing. Eldgosið hevur eisini lagt týðandi infrakervi í oyði, harímillum eina vatnskipan, streymleidningar, vegir, bústaðir og aðrar neyðugar hentleikar.

Nærum hálv millión borgarar í Goma hava onga atgongd til reint drekkivatn, og við so nógvari øsku í luftini, eru fólk í stórum vanda fyri sjúkum so sum kolera og øðrum sjúkum í andaleiðini. Eldgosið kemur sum steinur omaná byrðu í einum landið, ið longu er merkt av vápnaðum stríði, fíggjarligum avbjóðingum og høgum útbrotum av kolera, meslingum, covid-19 og ebola.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder