Innanlands

Reyði Krossur letur eina millión til hjálparátøk kring heimin

300.000 kr. fara til at tryggja betri koronukoppsetingar til Bangladesh og Kenya, 200.000 kr. verða latnar til humaniter átøk á Haiti, og 500.000 kr. fara til hjálaprarbeiði í Afghanistan

2021-09-01 16:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Neyðin úti í heimi er stór, og tørvurin á humaniterari hjálp er alstórur. Tí hevur Reyði Krossur Føroya gjørt av, at lata eina millión krónur til ymisk hjálparátøk kring heimin, skrivar felagsskapurin í tíðindaskrivi.

300.000 krónur fara til at tryggja betri atgongd til koronukoppsetingar, har ið hetta ikki verður tikið fyri givið. Heilar 81.000 krónur av hesi upphæddini koma frá privatpersónum í sambandi við átakið "Øll hava rætt til koppseting", skrivar Reyði Krossur Føroya, sum ynskir at senda ein serligan tøkk til næmingarnar á Skúlanum á Argjahamri, sum savnaðu heilar 31.000 krónur.

Helvtin av teimum 300.000 kr. verða latnar til Bangladesh og hin helvtin til Kenya, ið eru ímillum tey londini í heiminum, sum eru harðast rakt av koronu. Her arbeiðir Reyði Krossur, saman við landsins myndugleikum, við at samskipa og tryggja at útlutingin av koronukoppsetingini er munagóð og rættvís og til gagns har neyðin er størst, og umframt at kunna og vegleiða um koppsetingar.

200.000 krónur vera latnar til humaniter átøk á Haiti, har stórur tørvur er á hjálp eftir ógvusliga jarðskjálvtan 14. august. Fleiri enn 2.000 fólk lótu lív í jarðskjálvtanum, og fleiri enn 10.000 vórðu særd, umframt at fleiri hundrað túsund hús og heim eru lagd í oyði. Nógv fólk eru framvegis saknað, og Reyði Krossur arbeiðir áhaldandi við at finna burturblivnar familjulimir, at veita heilsu- og reinføristænastur, mat og drekka, skjól og verju.

Teir síðstu 500.000 krónurnar fara til hjálpararbeiðið hjá Reyða krossi og Reyða hálvmána í Afghanistan, har fólk í túsundatali hava verið noydd at flýggja frá húsi og heimi. Ótrygga støðan hevur havt álvarsamar humaniterar avleiðingar, og stórur tørvur er á hjálpartænastum frá Reyða Krossi, harímillum heilsutænastum, mati og drekka og sálarligum stuðli, serliga til børn og ung, skrivar Reyði Krossur, sum takkar øllum, sum hava latið stuðul til koronaátakið, og hava stuðlað á annan hátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder