Uttanlands

Reyðu flokkarnir ikki longur við í samráðingunum

Troels Lund Poulsen vil heldur miðsavna seg um flokkarnar, har “felagsmongdin um ein ábyrgdarfullan búskaparpolitikk er størst”

Troels Lund Poulsen (Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix)

Troels Lund Poulsen (Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix)

2026-05-14 18:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kongaligi samráðingarleiðarin, Troels Lund Poulsen, formaður í Venstre, avdúkar nú hvørjum flokkum hann fer at føra samráðingar við í royndini at finna fram til nýggja danska stjórn.

Á Facebook skrivar hann, at hann ikki fer at kalla SF, Enhedslisten og Alternativet til fleiri samráðingarfundir, tí hann heldur vil miðsavna seg um teir flokkarnar, har “felagsmongdin um ein ábyrgdarfullan búskaparpolitikk er størst”.

- Tí fari eg nú at kalla hesar flokkar til víðari samráðingar: Sosialdemokratarnar, Dansk Folkeparti, Moderatarnar, tey konservativu, radikala vinstraflokkin og Danmarksdemokratarnar., skrivar Lund Poulsen.

Í dagføringini staðfestir samráðingarleiðarin, at talan framvegis er um truplar samráðingar.

- Eg havi gjøgnum tíðirnar sitið í mongum truplum samráðingum, og hesar samráðingarnar eru avgjørt millum tær truplastu, skrivar hann.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder