
Fyrradagin samdist ein meiriluti av flokkunum á fólkatingi um at loyva føroyingum at fara á val dagin fyri danir og grønlendingar, og nú hevur ríkisumboðið í Føroyum kunngjørt, at fólkatingsvalið verður mánadagin 31. oktober.
Valstøðini lata upp klokkan níggju, og verða tey opin til klokkan 20, ella so leingi veljarar eru eftir.
Fólkatingsvalið í Danmark og Grønlandi verður tó týsdagin 1. november.
Tað var 5. oktober, at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen útskrivaði val til 1. november, sum í Føroyum er minningardagur teirra sjólátnu, og tí heitti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður á donsku stjórnina um at loyva føroyingum at velja 31. oktober í staðin. Nærum allir flokkar á Christiansborg tóku undir við at ganga føroysku umbønini á møti.
Les eisini: Lars Løkke: At flyta valdagin kann ávirka valúrslitið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald