Innanlands

Ring heldur enn sjálv/ur at fara til lækna

Danskir læknar heita á fólk um at halda seg burtur, um illgruni er til coronasmittu

(Mynd: DR)

(Mynd: DR)

2020-02-27 09:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um túhevur verið í einum landi, har coronavirusið sjpaðist og hevur sjúkueyðkenni, so skalt ikki skunda tær til læknan.

Soleiðis ljóðar áheitanin frá felagsskapinum Dansk Selskab for Almen Medicin, nú fyrsti coronatilburðurin er staðfestur í Danmark.

Tey hava sent bræv til kommunulæknarnar við einum skelti til læknarnar at prenta út og heingja upp á dyrnar til teirra viðtalur.

Á skeltinum stendur ’STOP’ og heitt verður á sjúklingar at fara heim og ringja, um tey hava eyðkenni, sum minnir um virusið og hava verið í einum av londunum við smittuspjaðing.

Hetta er ein roynd at avmarka smittuvandan, sigur Anders Beich, lækni og formaður fyri Dansk Selskab for Almen Medicin.

- Um tú fert beint til læknan og setur teg inn í bíðirúmið, so er vandi fyri at tú smittar fleiri fólk. Tað vildi verið óheppið, um bíðirúmið hjá læknanum gerst staðið, har smittan spjaðist, sigur hann.

Á skeldinum verða sjúklingar bidnir um at halda seg burtur, um tey hava eyðkenni til coronavirus og hava verið í Norðuritalia, Kina, Singapore, Kongkong, Japan, Suðurkorea ella Iran innan fyri seinastu tvær vikurnar.

Eyðkennini eru m.a. fepur, hosti, pínu tá svølgt verður og trupuleikar at anda. Heitt verður á fólk um at ringja heldur enn sjálv at venda sær til lækna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder