Uttanlands

Rishi Sunak: Fara ikki at senda bretar til Ukraina

Tað kann møguliga verða neyðugt seinni, men tað verður ikki nú, sigur bretski forsætisráðharrin, eftir at verjumálaráðharrin boðaði frá ætlanum um at senda bretar at venja herfólk í Ukraina

Bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak (Mynd: EPA)

Bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak (Mynd: EPA)

2023-10-02 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Har er eingin ætlan um at senda bretsk herfólk til Ukraina fyri at venja ukrainar, sigur bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak.

Hendan útsøgnin kemur stutt eftir, at verjumálaráðharrin, Grant Shapps annars segði, at Stórabretland ætlaði at senda fólk at venja ukrainar á staðnum.

Higartil hava Ukrainar fingið venjing aðrastaðni, m.a. í Stórabretlandi, og sambært Rishi Sunak kann tað møguliga verða neyðugt at hava ein part av venjingunum í Ukraina, men tað verður ikki nú.

Les eisini: Ukraina: Ætla at økja um framleiðsluna av vápnum

– Eg tosaði í dag um at hava venjingina tættari við og faktiskt inni í Ukraina, segði Shapps um vikuskiftið, og legði hann afturat, at hetta skuldi vera í vestara parti av landinum.

Eisini segði hann seg vóna, at bretskir vápnaframleiðarar fóru at lata upp verksmiðjur í Ukraina.

Dmitri Medvedev, fyrrverandi russiski forsetin og núverandi formaður í russiska trygdarráðnum, segði um útsøgnina hjá Shapps, at um bretar senda fólk inn fyri at venja ukrainar í Ukraina, verða tey eitt lógligt mál hjá russisku herdeildunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder