Innanlands

Ritan og Sildberin sigla ikki fyribils

Flestu túrarnir hjá Smyrli eru eisini avlýstir orsakað av veðrinum, og leið 701 koyrir ikki í løtuni

Ritan (Mynd: Pól Sundskarð)

Ritan (Mynd: Pól Sundskarð)

2020-03-02 09:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í dag er samferðslan ávirkað av nógva vindinum.

Flestu túrarnir á Suðuroyarleiðini eru avlýstir í dag. Les meira her. Ritan, sum siglir milum Hvannasund, Svínoy og Fugloy, og Sildberin, sum siglir millum Sandoy og Skúvoy, sigla heldur ikki fyribils.

Leið 701, sum koyrir millum Fámjin, Tvøroyri og Sandvík, koyrir heldur ikki í løtuni. Eisini verður boðað frá, at leið 100, sum koyrir millum Tórshavn og Vestmanna, ikki koyrir til Kvívíkar í løtuni orsakað av hálku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder