Sum upphiting til Bókadagar í Norðurlandahúsinum, og í sambandi við íslendska móðurmálsdagin, 16. november, kemur ein av virknustu prosahøvundum í Íslandi, á vitjan til Føroya.
Talan er um 59-ára gamla Jón Kalman Stefánsson úr Reykjavík.
Ein rithøvundur, tveir týðarar og tríggjar bøkur á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum:
Tiltakið í NLH verður 16. november kl. 17.
Jón fer at fortelja um skaldsøgutríverkið Himmal og helviti (útg. 2022), Harmur einglanna (útg. 2023) og Hjarta mansins (útg. 2023), ið Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs hava týtt til føroyskt.
Tey fara at tosa við rithøvundin. Harafturat kemur Guðrið Hansdóttir at spæla nøkur løg.
Sí meira her: NLH
Rithøvundakvøld í Glyvra Kirkju:
Í sambandi við vitjanina og Bókadagar, verður eisini tiltak í Glyvra Kirkju, hóskvøldið 16. november kl. 20.
Á skránni fyri tiltakið fer Jón Kalman at lesa nøkur úrvald brot úr tríverkinum á íslendskum og Martin Næs síðani at lesa sama brot á føroyskum. Ímillum upplestrarnar fara Kári Sverrisson og Óli á Grindafløtti at framføra nøkur viðkomandi løg til høvið.
Sí meira her: Rithøvundavitjan í Glyvra kirkju: Jón Kalman Stefánsson - Løkshøll (loksholl.fo
Aðalkonsulát Íslands
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald