Skotski sjónleikarin og skemtarin, Robbie Coltrane, andaðist í gjár, 72 ára gamal. Tað skriva fleiri altjóða miðlar.
Sjónleikarin, sum hevði borgarliga navnið Anthony Robert McMillan var best kendur fyri at hava spælt leiklutin sum lyklavørðurin Rubeus Hagrid í øllum átta Harry Potter-filmunum, sum byggja á bókarøðina hjá J.K. Rowling.
Síðan 1978 hevur Robbie Coltrane spælt við í einum hópi av filmum, sjónvarpsrøðum og sjónleikum, men hann fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í 90unum, tá hann hevði leiklutin sum fyrrverandi KGB-agenturin Valentin Dmitrovich Zukovsky í teimum báðum James Bond-filmunum "GoldenEye" og "The World Is Not Enough".
Agenturin hjá Robbie Coltrane, Belinda Wright upplýsir ikki, hvør deyðsorsøkin er, men í fráboðan hennara takkar hon starvsfólkini á einum skotskum sjúkrahúsi.
Robbie Coltrane hevði tvey børn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald