Uttanlands

Robert Fico við at koma fyri seg aftur

Eftir drúgva skurðviðgerð sær út til at slovakiski forsætisráðharrin yvirlivir drápsroyndina í gjár

Slovakiski forsætisráðharrin verður fluttur úr tyrlu og á sjúkrahús til viðgerðar fyri skotløstir (Mynd: BBC)

Slovakiski forsætisráðharrin verður fluttur úr tyrlu og á sjúkrahús til viðgerðar fyri skotløstir (Mynd: BBC)

2024-05-16 08:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Slovakiski forsætisráðharrin, Robert Fico, er við vit aftur eftir at hava ligið á skurðborðinum í fleiri tímar. Tað boða slovakiskir miðlar frá sambært dpa tíðindastovuni.

Tíðindastovan vísir eitt nú til sjónvarpsstøðina TA3 og blaðið Dennik. Tey vita tó ikki meira at siga um støðuna hjá forsætisráðharranum.

59 ára gamli Robert Fico var í gjár mál fyri einari drápsroynd.

Les eisini: Slovakiski forsætisráðharrin skotin

Robert Fico varð við tyrlu fluttur úr býnum Handlová, har skottilburðurin fór fram, til eitt sjúkrahús í býnum Banska Bystrica.

Í gjárkvøldið segði landsins verjumálaráðharri, Robert Kalinak, at Fico framvegis varð undir skurði. Tá ljóðaði, at støða hansara var hættislig.

Seinni í gjárkvøldið segði slovakiski varaforsætisráðharrin, Tomas Taraba, at Fico ikki longur sá út til at vera í lívsvanda.

- Tíbetur gekk skurviðgerðin væl, so vítt eg veit, og eg rokni við, at tað endar við, at hann yvirlivir, segði Taraba í samrøðu við BBC.

Á einum tíðindafundi framman fyri sjúkrahúsið í gjárkvøldið, upplýstu verjumálaráðharrin og innanríkisráðharrin, at Fico var raktur av fimm skotum. Sambært Tomas Taraba rakti eitt av skotunum forsætisráðharran í búkin.

Eygnavitni hava sagt fyri amerikansku sjónvarpsstøðini, CNN, at hann varð raktur bæði í búkin, armar og bein. Ongir almennir stovnar hava tó upplýst hvar Fico varð raktur, skrivaði Ritzau í nátt.

Ein maður, ið hildin verður at vera gerningsmaðurin, er handtikin. Sambært slovakiskum miðlum, er talan um ein 71 ára gamlan mann, men hetta er ikki váttað av myndugleikunum.

Varaforsætisráðharrin segði við BBC í gjárkvøldið, at skotið var úr tættari frástøðu, og at talan var um ein eldri mann.

Mett verður, at politisk motiv eru orsøk til drápsroyndina, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder