Tilsamans 30 Robert-virðislønir verða handaðar í Keypmannahavn í kvøld, og er hetta 36. ferð, at Danska Filmakademiið skipar fyri handanini av Robert-virðislønunum.
Millum tey tilnevndu í ár er føroyski stuttfilmurin hjá Andriasi Høgenni, "Ikki illa meint", sum í fjør vann bæði Geytan og Canal+ virðislønina á Semaine de la Critique á filmstevnuni í Cannes.
Tað var síðst í august í fjør, at Robert-tilnevningin hjá føroyska stuttfilminum varð almannakunngjørd. Andrias Høgenni segði tá í samrøðu við Portalin, at hann fegnaðist um, at ein lítil stuttfilmur, har 80 prosent av tí, sum verður sagt, er á føroyskum, kann vekja so stóran áhuga millum fólk aðra staðni í heiminum.
Til ber at stroyma tiltakið á robertprisen.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald