2023-09-18 21:26
Bretski tónleikarin Roger Whittaker er deyður, 87 ára gamal. Tað upplýsir familja hansara í einari útsøgn, skriva altjóða miðlar í kvøld.
(Mynd: EPA / 2006)
Roger Whittaker varð kendur um allan heimin við sínum tónleiki og sínum evnum at floyta.
Kendi tónleikarin varð føddur í 1936 í Nairobi, høvuðsstaðnum í Kenja.
Bretin spældi millum annað til gullbrúdleypið hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum George H.W Bush.
Roger Whittaker gavst við konsertferðum fyri tíggju árum síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald