Innanlands

Rógvi á tingi fyri fyrstu ferð

26-ára gamli Rógvi Egilstoft Nielsen tók í gjár sæti fyri Brand Sandoy.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-11-05 17:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á tingfundinum í gjár tók Rógvi Egilstoft Nielsen sæti á tingi á fyrsta sinni. Brandur Sandoy fór í farloyvi í gjár. Hetta farloyvi kemst av, at Brandur er farin á ST-aðalfund. Tað skrivar jn.fo.

Í tíðarskeiðinum røkir Rógvi tingsessin fyri Fólkaflokkin. Vágamaðurin, ið eisini er kendur sum fótbóltsleikari og ein av allarfremstu telvarunum í Føroyum, stillaði á fyrsta sinni upp Løgtingsvali 31. august. Har fekk Rógvi E. Nielsen 228 atkvøður, og harvið gjørdist hann nummar 13 á listanum hjá Fólkaflokkinum.

Rógvi verður harvið við til tingfundirnar, ið eru á skránni í morgin, hósdagin og fríggjadagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder