Innanlands

Framløgudagur í dag

Løgtingið verður sett tilstuttan fund klokkan 13.30

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-11-04 11:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú ver lutfalsliga nývalda løgtingið veruliga til arbeiðis.

Í dag er kallað inn til løgtingsfundar, har einans framløga er á skránni. Landsstýrið hevur boðað frá fleiri uppskotum, sum nú skulu leggja fyri løgtingið til viðgerðar. Talan er um síðsta framløgufund fyri lógir, sum skulu viðgerast og samtykkjast innan nýggjár, um so er at tað ikki skal víkjast frá vanligum tíðarfreistum.

Millum lógaruppskotini hjá landsstýrinum, er eitt nú umfatandi lógarpakkin til nýggja rættargangslóg, men eisini, sambært útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, ein røð av lógaruppskotum sum snúgva seg um fíggjarligu viðurskiftini hjá pensjónistum, um broytingar í skattalóggávuni.

Andstøðuflokkarnir fara helst eisini at leggja lógaruppskot fram. Eitt nú hevur Tjóðveldið boðað frá einum umfatandi uppskoti um at endurnýggja strandfaraflotan.

Sambært heimasíðu løgtingsins verða tær fyrstu málsviðgerðirnar settar á skrá mikudagin, hósdagin og fríggjadagin. Mikudagin eru eisini ófráboðaðir fyrispurningar á skránni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder