Innanlands

Rokna við ferðslan kemur í gongd aftur um lítla løtu

Ferðsluóhapp í Norðskálatunnlinum - tveir bilar rendir saman

(Mynd: Sveinur Tróndarson / Dimmalætting)

(Mynd: Sveinur Tróndarson / Dimmalætting)

2020-03-16 12:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um eina lítla løtu rokna tey við, at tað aftur verður koyrandi eftir aðru farbreytini í Norðskálatunnlinum.

Nú í knappan tíma hevur ongin ferðsla verið gjøgnum tunnilin og langar bíðirøðir standa við munnarnar báðu megin.

Tað vóru tveir persónbilar, sum um 11 tíðina rendu saman inni í tunnlinum.

Tveir sjúkrabilar umframt sløkkiliðsbilar eru sendir á staðið, men í løtuni veit løgreglan ikki at siga, hvussu álvarsligir persónsskaðarnir eru.

Men tað hevur tikið rúma tíð innan ferðslan kundi koma ígongd aftur.

Fyri løtu síðani boðaði Landsverk frá í á sínari fráboðan um koyrilíkindi, at ferðslan verður opin á einari farbreyt innan klokkan 12.30, og vaktleiðarin hjá løgregluni roknar við, at tað kanska gongur trý korter, innan ferðslan kann koyra vanliga aftur.

Onkur bilførari var so ótolin, at tey royndu at koyra um Eiðisskarð, men hetta máttu tey uppgeva, tí nógvur kavi liggur á skarðinum, og farleiðin verður ikki grivin. Løgreglan ræður frá øllum royndum at fara um Eiðisskarð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder