Mentan

Ronnie og Maria á Ljósfest í Vági

16. - 18. august verður aftur skipað fyri Ljósfest í Vági

(Mynd: Vagur.fo)

(Mynd: Vagur.fo)

2024-01-22 18:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vikuskiftið 16. - 18. august verður aftur skipað fyri Ljósfest í Vági. 

Nógv verður á skránni - eitt nú barnatiltak, søla av handvrikaðum, listaframsýning og nógvur tónleikur - og Vágs kommuna hevur nú avdúkað fyrsta tónleikanavnið, sum fer at framføra.

Fyrsta navnið er Ronnie og Maria við bólki.

Ronnie var á pallinum til fyrstu Ljósfestina, sum var í 2021. Tá spældi hann saman við kæra vini sínum og sála George Eystan Á. Ronnie kemur hesa ferð til Ljósfest at framføra saman við dóttrini Mariu Ronnisdóttir á Heygum.

– Maria hevur longu bergtikið okum víð vøkru røddini. Maria er dóttur Ronnie Nielsen og Rúnu á Heygum, tey eru jú bæði tvey, tey heilt stóru nøvnini innan føroyskan tónleik í áravís, skrivar Vágs kommuna.

Ronnie og Maria koma at framføra á stóra pallinum leygarkvøldið 17. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder