- Brádliga verða vit viðfarin sum hetjur. Vit, sum eru von við at verða útskeldað og rópt Heilsuskaðiliga Skaðastovan. Tað er ikki altíð líka stuttligt. So vit mugu bara taka allar tær positivu afturmeldingarnar til okkum.
Orðini eigur Kirstín Baldvinsdóttir, yvirlaborantur á Patologisku deild á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sum tekur sær koronakanningunum, sum verða gjørdar í Føroyum. Í limabrævinum til limir í Starvsmannafelagnum er samrøða við Kristín um arbeiðið tey gera á Heilsufrøðiligu starvsstovu í sambandi við korona.
Í samrøðuni fortelur hon, at tey alla tíðina fáa at vita, at teirra arbeiði hevur stóran týdning, og at fólk eru takksom fyri tað. Bæði frá leiðsluni og frá fólki uttan fyri húsið.
- Fólk senda okkum heilsanir, gávur, góðgæti, blómur og fitt takkarkort. Hetta er heilt einastandandi, sigur hon.
Kristín Baldvinsdóttir hevur arbeitt á Heilsufrøðiligu starvsstovuni síðani 1998 og á Patalogisku deild síðani 2006, og hetta hevur verið hin mest spennandi fakliga avbjóðingin. Serliga hevur fyrsti tilburðurin av korona í Føroyum fest seg.
- Eg fari altíð at minnast, tá fyrsta positiva úrslitið kom. Eg fekk boðini um at gera eina kanning undir einum rennitúri á Tórsbreyt hin 3. mars um nátturðatíð. Fór so beint á starvsstovuna, og um miðnáttartíð sat eg við telduna og bíðaði spent eftir, at úrslitið av kanningini kom á skíggjan. Í tí løtuni, var eg tann einasti, ið visti, at Korona var komið til Føroyar, minnist eg, at eg hugsaði, tá eg seinni lá í songini og royndi at finna svøvnin.
Heilsufrøðiliga starvsstovan gjørdi skjótt av í januar, og byrjaði at umskipa høli, tól og mannagongdir, so tey nú kunnu avgreiða hundratalskoronaroyndir um samdøgrið.
Øll samrøðan við Kristín Baldvinsdóttir kann lesast her
Les eisini: ILA-sjúkan í 2000 orsøkin til so nógvar koronakanningar í Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald