Orsakað av koronasmittuni verður Rørslufagnaðurin útsettur.
Hetta skrivar Fólkuheilsuráðið.
Seinastu tvey árini hevur hevur Rørslufagnaður verið. Í 2018 var tað fyrsta summardag, at umleið 3.000 fólk vóru savnað á Vaglinum í Havn.
Tiltakið eydnaðist somikið væl, at Fólkaheilsuráðið gjørdi av at geva øðrum kommunum, ið eru partur av verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu møguleika fyri at skipa fyri sama tiltaki í sínum nærumhvørvi. Í fjør var Rørslufagnaður í Vágs-, Tórshavnar- og Sunda kommuna í mai.
Soleiðis skuldi eisini verða í ár, men hetta verður av ongum,boðar Fólkaheilsuráðið nu frá:
- Vit eru sera hørm um, at vit ikki aftur í ár kunnu vera við til at seta gongd á summarið við einum Rørslufagnaði, men sum nú er, loyva umstøðurnar okkum ikki at skipa fyri hesum tiltaki, sum savnar so nógv fólk.
So skjótt sum umstøðurnar loyva tí, verður kunngjørt, nær tiltakið verður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald