Innanlands

Rósa spyr Jørgen um skaðanevnd

Tá eitt álvarsligt óhapp hendir, er tað týdningarmikið at kanna, hvat tað var, sum fór fram, og hvør orsøkin til óhappið var, sigur tingkvinnan, sum m.a. vil hava at vita, um landsstýrismaðurin hevur nakrar ítøkiligar ætlanir um at fyribyrgja ferðsluóhappum í framtíðini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-14 11:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Neyðugt er at seta eina skaðanevnd á stovn, sum kann seta í verk neyðugar kanningar av álvarsligum ferðsluóhappum. Tað sigur Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, sum vísir til ferðslutrygdarætlanina hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

– Tá eitt álvarsligt óhapp hendir, er tað týdningarmikið at kanna, hvat tað var, sum fór fram, og hvør orsøkin til óhappið var. Kanningararbeiðið skal í síðsta enda tryggja, at vit læra av tí, ið er farið fram og fyribyrgja óhappumí framtíðini.

Rósa Samuelsen hevur sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, fyrispurning, har spurt verður, um hann ætlar at seta eina skaðanevnd á stovn, um hann heldur, at ein slík nevnd er neyðug, og um hann hevur aðrar ítøkiligar ætlanir um at fyribyrgja ferðsluóhappum í framtíðini.

Møguleikin fyri at seta á stovn eina skaðanevnd varð eisini umrøddur á Ungdómstinginum í farnu viku í sambandi við viðgerðini av einum uppskoti til samtyktar um at tryggja landsvegirnar ímóti seyði. Tá var tað ein samd rættarnevnd, sum helt, at landsstýrismaðurin átti at sett eina skaðanevnd á stovn.

– Landsstýrismaðurin átti at arbeitt við at sett á stovn eina skaðanevnd, sum fekk til uppgávu at eftirmeta ferðsluóhapp, so tað verður kannað, hví óhappini henda, um tey ofta henda á sama stað, um orsøkin er, at tað er salt á vegnum, ella um orsøkin er, at bóndin altíð fóðrar við vegin o.s.fr. Um funnið varð fram til orsakir og samanhangir, kundi eisini verið arbeitt meira miðvíst við at betra um trygdina á ávísum vegastrekkjum.

Les eisini: – Seyðurin skal av landsvegunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder