Royna at koma inn í hitan

Í løtuni stendur Miðflokkurin til at fáa tveir tingmenn valdar, og Steffan Klein Poulsen hevur í løtuni flestar atkvøður. Miðflokkurin fer nú at royna at koma inn í hitan, sum hann málber seg

Miðflokkurin fer ikki upp á kompromis við grundsjónarmiðini. Kortini fer flokkurin at royna at koma innaftur í hitan

Miðflokkurin fer ikki upp á kompromis við grundsjónarmiðini. Kortini fer flokkurin at royna at koma innaftur í hitan

2022-12-08 23:45 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Uppteljingin av løgtingsvalinum er í gongd, og nú vantar bert úrslitið í Havn. Sambært forsøgn hjá Kringvarpinum stendur Miðflokkurin til at fáa tveir tingmenn valdar. Áðrenn úrslitið í Havn er talt við er Steffan Klein Poulsen á odda við 430 atkvøðum, meðan formaðurin Jenis á Rana er næstur við 416.

Tað stóra valstaðið er eftir, og tað kann flyta nógv. Kortini er Steffan Klein Poulsen fegin um stuðulin. Viðvíkjandi samgongumøguleikum sigur Steffan stutt, at Miðflokkurin fer at royna at koma inn aftur í hitan. -Eg veit ikki, hvussu stórur hann er, men kjansurin er har. Uttan at fara upp á kompromis við grundsjónarmiðini hjá flokkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder