10. september kjakaðust Kamala Harris og Donald Trump beinleiðis á ABC News, og tað er ikki vist, at tað verður eitt kjak afturat millum tey.
Stutt eftir, at kjakið var liðugt, boðaði Trump frá, at hann ikki ynskti eitt nýtt kjak, men Harris roynir kortini framvegis at fáa eina avtalu um eitt nýtt kjak. Tað segði hon á veljarafundi í Atlanta í statinum Georgia fríggjadagin.
– Eg royni at fáa eitt kjak afturat, men nú fáa vit at síggja, segði hon.
Tá Harris og Trump hittust 10. september var tað sambært amerikonskum miðlum eisini fyrstu ferð, at hesi bæði hittust yvirhøvur.
Sambært kanningum hjá m.a. CNN var Harris tann, sum kláraði seg best. Trump vil tó vera við, at tað var hann, sum vann kjakið, og hevur hann víst aftur at skipa fyri einum afturat. Sambært Trump er ynskið hjá Harris um eitt kjak afturat prógv fyri, at hon tapti.
67,1 milliónir amerikanskir sjónvarpshyggjarar fylgdu við 10. september.
Les eisini: Trump vil ikki hava eitt kjak afturat
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald