Mentan

RSP skal fáa lív í á Vágsbøi í august

Summar Festivalurin hevur í dag kunngjørt, at glóðheiti føroyski rappbólkurin kemur til Klaksvíkar at framføra

RSP spældi eisini á Summarfestivalinum í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

RSP spældi eisini á Summarfestivalinum í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-07 14:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er framvegis vetur, men tónleikafestivalarnir eru byrjaðir at kunngerða ymisku nøvnini til tiltøkini í summar.

Í dag hevur Summar Festivalurin kunngjørt eitt av sínum fyrstu nøvnum. Bretin Olly Murs og lokali bólkurin Dynamitt vórðu kunngjørd í desember - nú er tað glóðheiti rappbólkurin RSP, sum er komin á skránna.

- RSP fekk stóra gjøgnumbrotið fyri tveimum árum síðani, tá ið teir stórhittaðu við sanginum "Send mær meira pengar", sum framvegis kann fáa áhoyrarafjøldina at kóka, tá ið hann verður framførdir. Sangurin var kosin ársin útvarpshitt, og bólkurin vann heiðursløn sum Ársins spíri á FMA.

- RSP spælir framfýsnan og lívligan hip-hop við ósmædnum tekstum og góðum løgum, og teir eru framúr á palli. Teir hertaka staðið, har teir spæla, og tað sást eisini í Berlin, tá ið fólk flippaðu út til teirra fangandi sangir undir upphitingini til dyst hjá manslandsliðnum í hondbólti.

[object Object]
RSP á palli í Berlin (Mynd: jn.fo)

[object Object]RSP á pallinum í Klaksvík í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

Soleiðis lýsir Summar Festivalurin sítt nýggja navn. Bólkurin úr høvuðsstaðnum spældi eisini á festivalinum í fjør, og tað verður heilt vist lív í á Vágsbøi, tá ið RSP í summar fer at framføra sangir sum "Send mær meira pengar", "Ball í bilin", "Honky Tonk", "Hygg eftir mær".

Summar Festivalurin 2024 verður á skránni í døgunum 8. til 10. august. Sum vant er tað hósdag til og við leygardag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder