Uttanlands

Rumenia: Dronan var russisk

Nærri kanningar hava staðfest, at dronan, sum rakti ein íbúðarbygning í Rumenia hóskvøldið, kom úr Russlandi

Rumenski forsetin vitjar bygningin, sum hóskvøldið varð raktur av einari dronu, sum sambært kanningum kom úr Russlandi (Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

Rumenski forsetin vitjar bygningin, sum hóskvøldið varð raktur av einari dronu, sum sambært kanningum kom úr Russlandi (Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-01 14:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nærri kanningar av einari dronu, sum hóskvøldið rakti ein íbúðarbygning í rumenska býnum Galati nær við markið til Ukraina, staðfesta, at dronan kom úr Russlandi, skrivar rumenski forsetin, Nicușor Dan á sosiala miðilin X.

Les eisini: Russisk drona endaði í Rumenia

Dronan er ein Geran-2 av russiskum uppruna, staðfestir frágreiðing hjá rumenskum serfrøðingum.

Ein 14 ára gamal drongur og ein 53 ára gomul kvinna vórðu fríggjadagin innløgd á sjúkrahúsi eftir hendingina.

Hetta er fyrstu ferð, at ein drona hevur rakt ein íbúðarbygning uttan fyri Ukraina, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022.

Rumenski forsetin sigur, at Rumenia fer at boða sínum sameindu í Nato og ES frá úrslitinum av kanningini, og fer Rumenia ikki at ignorera ella gera lítið burturúr nakrari hending, sum hevur sett borgarar ella sjálvræðið hjá Rumenia í vanda.

Russiski sendiharrin í Rumenia hevur lagt Ukraina undir at standa aftanfyri hendingina fyri at provokera. Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur eisini sagt, at eingin við vissu kundi staðfesta, hvønn uppruna dronan hevði, áðrenn ein nágreinilig kanning varð gjørd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder