Innanlands

Runavík útsetir mentanarvikuna til mai

Verður, eftir ætlan, framvegis eitt vártiltak. Útsett til 10 til 17 mai

(Savnsmynd: Mentanarvikan)

(Savnsmynd: Mentanarvikan)

2020-03-23 17:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Runavíkar kommuna boðar við hesum frá, at árliga mentanarvikan í Runavíkar kommunu er útsett til mai. Vanliga verður mentanarvikan skipað sum eitt stórt vártiltak, men nú almennu tilráðingarnar frá heilsumyndugleikunum eru, at tiltøkini, sum vóru sett í verk fyri at tálma og basa koronasóttini, verða galdandi til eftir páskir, er avgerð tikin um at útseta mentanarvikuna.

- Vit royna í mest møguligan mun at sleppa undan av avlýsa mentanartiltøk, men kommunan hevur framvegis eina vón og eina ætlan um, at mentanarvikan verður hildin sum eitt vártiltak. Tískil verður mentanarvikan í Runavíkar kommunu sett at verða í døgunum fra 10. til 17. mai, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Mentanarvikan verður sett sunnudagin 10. mai í Skótahúsinum við Løkin. Verður tað mett at vera neyðugt samsvarandi broyttum fyritreytum og tilmælum frá heilsumyndugleikunum, verður ætlanin við mentanarvikuni 2020 viðgjørd av nýggjum, og fráboðan um eina aðra dagfesting kunngjørd.

Eftir ætlan skuldi Mentanarvikan í ár vera 22. til 28. apríl.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder