
Eins og fleiri aðrar kommunu í landinum, fer Runavíkar kommuna at sløkkja ljósini í ein tíma leygardagin 27. mars - hetta fyri at luttaka og verða við til at stuðla heimsumfatandi átakinum Earth Hour.
- Earth Hour er ein tími har kommunur, býir, fyritøkur, stovnar og fólk kring allan heimin sløkkja ljósini í ein tíma. Hetta er eitt afturvendandi átak sum WWF skipar fyri, at varpa ljós á umhvørvið og veðurlagsbroytingar.
Tað verður nú leygardagin millum klokkan 20.30 og 21.30, at Runavíkar kommuna fer at sløkkja gøtuljósini í øllum bygdunum í kommununi, umframt onnur ljós, sum eru ráðilig at sløkkja.
Runavíkar kommuna heitir eisini á borgarar, vinnulív, stovnar og onnur, um at sløkkja ljósini hendan tíman og verða við at stuðla heimsumfatandi átakinum Earth Hour.
Les eisini: Vága kommuna sløkkir eisini ljósini 27. mars
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald