Mentan

Vága kommunu sløkkir eisini ljósini 27. mars

Sløkkið ljósið í ein tíma, farið út í tún í grannaløgunum, fyll termofløskuna við kaffi, far í eina heita troyggju ella við teppi um herarnar, grønu sangbók, og brúkið so løtuna at vera saman, syngið, tosið um umhvørvi og kaga upp í himmalin, er áheitanin til borgarar frá Vága kommunu

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-03-23 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vága kommuna verður eisini við í átakinum Earth Hour, ella á føroyskum Tími jarðarinnar í 2021.

Endamálið við átakinum er, at varpa ljós á veðurlagsbroytingar og umhvørvi, eitt heimsumfatandi átak ið byrjaði í 2007, har fleiri býir og kommunur eru við og tað legst afturat á hvørjum ári.

Tað er felagsskapurin WWF, ið stendur aftanfyri tiltakið. Endamálið hjá WWF er, at varpa ljós á lívmargfeldni, hótt djórasløg og nátturuna sum hvørvur. Earth Hour snýr seg um meira enn bara at sløkkja ljósið í ein tíma. Tað snýr seg um at standa saman um framtíðina.

– Í Vága kommunu fara vit at heita á borgarar í kommununi um at gera tað sama. Sløkkið ljósið í ein tíma, farið út í tún í grannaløgunum, fyll termofløskuna við kaffi, far í eina heita troyggju ella við teppi um herarnar, grønu sangbók, og brúkið so løtuna at vera saman, syngið, tosið um umhvørvi og kaga upp í himmalin, skrivar kommunan.

Fyri at varpa eyka nógv ljós á, verður Earth Hour eisini flutt út á alnótina, har málið er at fylla sosialu miðlarnar við myndum frá tiltøkum kring heimin. Ein serstøk video verður somuleiðis almannakunngjørd tað kvøldið.

– Við at tagga EarthHourOfficial og Vága kommunu á Instagram story við myndum og video ymsastaðni frá í kommununi, kunnu vit gera okkara til at breiða boðskapin.

Ljósið verður sløkt leygarkvøldið frá klokkan 20.30 til 21.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder